Í morgin, mánadagin, verður sum frálíður bara eitt fleyr sunnaneftir, sólin sær seinnapartin og hitin um 8 stig.
Týsdagin verður somuleiðis bert eitt gul av útsynningi ella suðri, smáskýggjað men turt fyri tað mesta og hitin um 7 stig.
Mikudagin verður eitt sindur frískari vindur av landsynningi, skýggjað men turt og hitin um 8 stig.
Hósdagin strúkur í vindi av landsynningi, skýggjað men turt og hitin um 8 stig.
Fríggjadagin minkar hann sum frálíður vindin niður í gul av suðri ella landsynningi, smáskýggjað men turt, hitin 7-8 stig.
Næsta vikuskifti verður ættin mest beinur eystan, okkurt æli sunnudagin, eitt sindur kaldari, ímillum 5 og 8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo