Veðrið í morgin verður líkt veðrinum í dag, vesturhallur sunnan og skýggjað men turt og hitin um 10 stig.
Týsdagin gul av landsynningi, sólin sær og sami hiti, um 10 stig.
Mikudagin fyrst frískur vindur sunnan, seinni gul av landsynningi, kanska okkurt ælstroyggj mitt á degnum, hitin um 10 stig.
Hósdagin frískar hann vindin upp í hvassan vind ella skrið av suðri, turt og hitin um 12 stig.
Fríggjadagin lot til frískan vind av landsynningi, sólin sær og hitin um 11 stig.
Næsta vikuskifti kann sum frálíður roknast við nógvum vindi millum útsynning og landsynning, upp í skrið ella storm, og nógv regn eisini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo