Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í dag trilkar hann sum frálíður vindin av útsynningi og tað verður eisini støðan í morgin, frískur vindur av útsynningi, sólin sær men kanska eisini okkurt æli, hitin um 12 stig.

Týsdagin heldur minni vindur av somu ætt, smáskýggjað men sólglottar og turt og sami hiti, um 12 stig.

Mikudagin fer hann spakuliga yvir í landsynning, men tað verður lítil vindur, smáskýggjað og hitin 12-14 stig.

Hósdagin kemur nógv regn fyrrapartin, seinnapartin slítur í og sólin sær, hitin um 12-14 stig.

Fríggjadagin framvegis sólglottar, kanska okkurt æli tíðliga á degnum, gul av útsynningi og hitin um 12 stig.

Næsta vikuskifti verður góðveður við bert eini ond lágt, sól og tað verður lýtt, eini 13-15 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo