Nú eru sonevndu lærlittu loðmýggirnar aftur at síggja í Havn, og møguliga onnur støð í landinum við.
Tær eru ikki beinleiðis nakar vælkomin gestur, tí tær hava lyndi til at blíva so nógvar í tali, at fólk eru um at sálast av teimum. Eitt nú í 2022 og í 2018 var rættuliga fitt til av teimum.
Lærlitt loðmýggj leggur ormveru, sum búnast í tvey ella trý ár. Tí sæst hon ikki á hvørjum ári.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo