Vit mugu fáa størri fleksibilitet í útbúgvingina, við at skipa útbúgvingina sum eina lærlingaskipan.
Tað er fyri mær ongin ivi um, at normeringarnar innan eldraøkið skulu hava eitt lyft. Men tann stóri trupulleikin verður at tryggja tilgongdina av starvsfólki.
Og júst her haldi eg, vit eiga at leita nýggjar leiðir og útnytta teir góðu útbúgvingarmøguleikarnar, vit hava í Føroyum.
Hópur av ungum og vaksnum hava ongar ella fáar møguleikar at sleppa burturúr sínum vanliga gerandisdegi at fara í skúla í mánaðir og ár. Tey eru bundin av familju, búplássi og øðrum.
Tá vit tosa um til dømis styttri útbúgvingar, eitt nú heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingarnar, so átti at borið til at lagt hesar útbúgvingarnar um, soleiðis at tær vórðu skipaðar sum ein vanlig lærlingaskipan við hartil hoyrandi skúla.
Heilsuhjálparaútbúgvingin tekur t.d. bara 15 mánaðir, íroknað frítíð, harav minni enn helvtin er teoretisk útbúgving. Høvdu vit kunna skipað útbúgvingina sum eina lærlingaskipan, har næmingarnir arbeiddu við fullari løn og tóku skúlan í arbeiðstíðini, so ivist eg ikki í, at tilgongdin hevði verið munandi størri.
Ójavnin varar alt lívið
Ein annar trupulleiki er, at hesi starvsfólk sjáldan fáa fulla arbeiðstíð. Tað avmarkar lønina og harvið inngjaldið til eftirløn og verður sostatt ein ójavni, ið fylgir hesum fólkum alt lívið. Hetta skapir beinleiðis ein stættarmun og ein kynsójavna, tí hartil mugu vit hugsa um, at 90% av fólkum í umsorganarstørvum eru kvinnur.
Vit eiga at umskipa útbúgvingina soleiðis, at hesin fakbólkur og kanska aðrir fakbólkar á eldraøkinum fáa løn undir útbúgving. Tað hevði eggjað ungum, eisini hjálparfólkum, at tikið eina heilsuhjálparaútbúgving, tí fíggjarligu fyritreytirnar gjørdu tað møguligt.
Vit áttu eisini at havt størri fleksibiltet í útbúgvingini. Ikki við at flyta skúlan úr Hovi, men við at gera útbúgvingina tilgongiliga norðanfjørðs, ella við at skipa partar av útbúgvingini sum fjarlestur. Hetta hevði fingið fleiri til at tikið útbúgvingina.
Arbeiðið í gongd nú
Vit hava sett ein politiskan stýrisbólk við landsstýrisfólkunum í almannamálum, fíggjarmálum, umhvørvis- og vinnumálum og formanninum og næstformanninum í Kommunufelagnum, umframt einum skrivara.
Vit vita, at eldraøkið longu nú hevur umfatandi avbjóðingar, tá ið tað snýr seg um at fáa starvsfólk. Gera vit einki munagott, so verður hetta ein sera stórur trupulleiki um nøkur ár.
Tí hevur Kommunufelagið, saman við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sett eitt arbeiði í verk, sum skal fyrireika okkum til avbjóðingarnar sum eru – og í vaksandi mun fara at koma – tá um ræður at fáa starvsfólk til eldraøkið. Vit mugu gera okkurt nú – um vit skulu tryggja tilgongdina av starvsfólki frameftir.
Trupulleikin er samansettur. Skal hann loysast, er neyðugt, at fleiri partar samstarva. Ein partur av hesum kann vera at fáa starvsfólk at arbeiða í hægri brøki, ein partur kann vera onnur sáttmálaviðurskifti og ein partur kann verða at útbúgva fleiri.
Tað kann gerast við at gera arbeiðið á eldraøkinum meira lokkandi og áhugavert. Allar partar eru samdir um, at ov fá faklærd starvsfólk eru á eldraøkinum. Sáttmálapartarnir eru eisini samdir um at kanna, um grundarlag er fyri at seta heilsuhjálparar í hægri ella í fullan setanarbrøk, og annars at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum yvirhøvur.
Vit mugu fáa fleiri at velja at arbeiða innan eldrarøktina, og vit vita, at hetta er neyðugt, skulu vit tryggja okkara eldri ein tryggan og virðiligan aldurdóm.
Heðin Mortensen,
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo