Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Loksins endaði verkfallið. Til gleði fyri okkum øll - land, vinnu og ikki minst verkafólk. Verkfallið hevur enn einaferð undirstrikað, hvussu stóran týdning verkafólk hava í samfelagnum. Samfelagið hongur ikki saman uttan tey.

Sáttmálin, ið varð undirskrivaður sunnukvøldið, inniber eina lønarhækking bæði í prosentum og krónum.

Hetta vísir, at tað ber væl til at samráðast í krónum. Hetta vísir eisini, at júst samráðingar í krónum gera veruligan mun. Og hetta eigur tann almenni arbeiðsmarknaðurin at læra av.

Hetta minnir meg um, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í drúgvum verkfalli. Tá sáttmálin varð undirskrivaður, skuldu fleiri onnur feløg til lønarsamráðingar. Øll fingu sama lønarkarm. Í prosentum, heldur enn krónum. 

Úrslitið var, at gjógvin millum há- og láglønt gjørdist størri, enn hon var frammanundan. Um samráðst varð í krónum, hevði hetta ikki verið støðan.

Tí eiga vit at læra av tí privata arbeiðsmarknaðinum og framyvir samráðast í krónum. Tað ber til!

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo