Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

John leitaði eitt kvøldið eftir løgmanni til D&V sending um eina starvssetan.

Hann segði, at løgmaður var í Andorra og ikki tøkur til at úttala seg í D&V.

Eg vónaði, at Aksel var á ‘námsferð’ og ikki bert í summarfrí í Andorra.

Men um hann tók sær av løttum, fann hann kanska okkurt skattakorn kortini.

Og tó, tá tað geldur skatt, duga sosialistar væl at kroysta max skatt úr fólki.

Hvør tjent króna skal helst niður í og upp úr lands- og kommunukøssum.

Tá so inflatión herjar, fáa fólk lønarhækking, ið hitt almenna tekur 2/3 av.

Altso ikki 8%, men bert 3% upp á tímalønina, ístaðin fyri 6-8% í skattalætta.

Lønarhækking virkar, sum tá kellingin fekk ein stuttan fløva av at pissa í buks.

Tann ringrásin er sum hundurin, ið tuskar runt eftir sínum egna hala.

Lágskatt- og pinkulond - Monaco og Koltur
Ná, Andorra er eitt ‘pinkuland’ í Pyrineafjøllum millum Frakland og Spania.

Andorra er hugvekjandi eins og onnur lágskattlond í Evropa og aðrastaðni.

Eitt nú Jersey, Guernsey, Isle of Man, Gibraltar, San Marino, Lichtenstein o.o.

Slík pinkulond hava ikki ráevni ella ídnað, men liva væl av lágum skatti.

Lágur skattur dregur dugnalig og ágrýtin fólk til sín sum ein magnetur.

Eitt dømi er Monaco millum Frakland og Italia, minni enn Koltur (2,8 km2).

Í Koltri býr eitt húski um summarið við 350 áseyðum við 40% skattaoki.

Fúrstadømið Monaco hevur 38.000 múgvandi íbúgvar og 0% skattatrýst.

Men at seta Koltur upp ímóti Monaco er ein heldur víðgongd sammeting.

Tí aftur til Andorra
Aftur til Andorra, ið fekk sjálvstýri frá Spania í 1278 og frá Fraklandi í 1814.

Tað hevur heitið fúrstadømi, fekk grundlóg í 1994 og fólkavalt lóggávuting.

Landsins verjar eru Enric V. Sicilia, erkibispur, og franski forsetin, nú Macron.

Andorra er fjallaland við djúpum dølum og høgum fjøllum upp í 3.000 metrar.

Fólkið tosar spanskt, franskt o.o. evropisk mál. Íbúgvatalið er vaksið skjótt:

Vøkstur í fólkatali
Ár Andorra Føroyar

1900 5.000 15.000
1950 6.000 30.000
1970 20.000 40.000
1990 55.000 47.000
2010 85.000 48.000
2023 85.000 55.000

Til ummáls er Andorra 1/3 av Føroyum
Til ummáls er Andorra 468 km2, væl størri enn Streymoyggin (375 km2).

43 býir og bygdir eru. Andorra la Vella er høvuðstaður við 24.000 íbúgvum.

Høvuðstaðurin liggur í einum dali í 1000 m hædd yvir sjónum.

Fjøllini gera, at flogvøllurin hjá Andorra liggur sunnan fyri mark í Spania.

Veðurlagið er skiftandi eftir fjallahædd við stórum muni á vetri og sumri.

Hitalagið í dølunum skiftir millum 10 stig á vetri og 30 stig á sumri.

Tað regnar nógv í lýggju dølunum og kavar nógv í køldu fjøllunum.

Skírenning er yndis vetrarítrótt, og 10 mió ferðafólki vitja Andorra árliga.

Andorra er frískligt, náttúruvakurt og stak bíligt, tí MVG-ið er bert 4,5%.

Mikrostatur við lágum skattatrýsti
Andorra er ein sjálvstýrandi mikrostatur, og eftirlitið við tilflyting er strangt.

Markleys vestanlond draga verðsins rekavætti til sín og hokna av útreiðslum.

USA og ES-lond (undantikið Ungarn, Póland og Kekkia) eru á sjálvmorðskós.

Andorra hevur við sínum lága skattatrýsti megnað at 15-falda sítt fólkatal.

Øll pinkulond høvdu verið oyðin og fólkatóm’ uttan lagaligar skattaskipanir.

Andorra er gitið fyri at hava lítlan mun á høgum og lágum inntøkum.

Í so máta líkist pinkulandið í Pyrineunum Føroyum við heimsins minsta muni.

Føroyar undantak og eindømi
Flestu pinkulond royna eftir førimuni at styrkja sín búskap og samleika.

Føroyar sum sjálvræðin partur í fríum samstarvi við Ríkið hevur riggað væl.

Føroyar eru á okkara breiddarstigi eindømi, undantak og Guds undurverk.

Einki so avbyrgt land við so fúlum veðri hevur klárað seg so væl sum vit.

Tað er mest okkara vinnulívsfólki og treysta fólkaslag fyri at takka.

Um tað fer at halda fram, veldst um seiggið í okkara fólki og politikarum.

Vit hava sum kunnugt ein tvístreingjaðan búskap, fiski- og alivinnu.

Tí hevði ein føroysk skattaskipan lík øðrum mikrostatum styrkt enn meiri.

Tvey dømi:
1) Føroyar fáa í dag 5-falt størri inntøku frá pf.skatti enn fyri 40 árum síðan.

Í ár gevur pf. skattur yvir 1.000 mió kr (umframt tøku-, veiði- o.o. gjøld).

Pf.skatturin í 1980-unum var 49% og tí stór armóð. Í 2024 er hann 18%.

2). Persónligi toppskatturin var 73% í 1990-unum og gav undir 2 mia kr íalt.

Í dag fáa land og kommunur 6 mia kr inn í provenu íalt við 40% ‘flatskatti’.

Umframt fær (mest) landskassin 4 mia kr. í MVG o.ø. nýtslugjøldum.

Skattatrýstið í Andorra
Sammeta við skattatrýstið í Andorra við Føroyar, er tað sum dagur og nátt.

Inntøkur úr 0 kr upp í 180.000 kr skatta 0% (Før 30%)
Inntøkur millum 180.000 kr og 380.000 kr skatta 5% (Før 35%)
Inntøkur oman fyri 380.000 kr + skatta 10%(Før 40%+)

Aðrar sammetingar: MVG í Andorra er 4,5%. Í Føroyum er MVG-ið 25%.

Andorra skattar 0% av arvi, gávum, ognarvirði, kapitalvinningi og frívirði.

Pf.skattur í Andorra er max 10%, í Føroyum er hann eisini lágur, men tó 18%.

Við føroyskari tvískattaavtalu við Andorra høvdu vit havt fleiri møguleikar:

Ein føroyingar kann skatta 10% við at búgva 183 dagar um árið í Andorra.

1000-tals útisetar aftur til Føroya
Sum frítíðardepil uttan MVG er Andorra yndað feriustað á sumri og vetri.

Fjøld av ríkum vinnulívsfólki arbeiðir og/ella býr har við (næstan) skattafrælsi.

Ein hópur av fyritøkum og fíggjarstovnum hava heimstað í pinkustatinum.

Tað er serliga fíggjarkervið, ið rindar skattin fyri meiniga skattgjaldaran.

Fólkatalið er sum víst 10-faldað síðan 1960. Har er gott og trygt at liva.

Andorra er ríkt land, GDP er uml 40 mia kr. (Tað føroyska er uml 25 mia kr).

Miðal ársinntøkan pr íbúgva er um $ 60.000 dollarar (áleið tann føroyska).

Næstan líka lítil munur er á hægstu og lægstu inntøkum sum í Føroyum.

10% toppskattur (enntá 20%) hevði fingið 1000-tals útisetar heim til Føroya.

So varð einki verkfall av inflatión í áratíggju. Eingin hundur runt eftir halanum.

Men at vænta, at eitt sosialistiskt landstýri hugsar um lágskatt, er vónleyst.

Hetta hóast 10 pinkulond í Evropa eru vælferðar smørkullur av lágum skatti.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo