Skúlablaðið: - Tað er so stórt trýst at røkka so nógvum málum, at umsorganarparturin í skúlanum verður raðfestur minni – ikki tí at lærarin vil, at tað skal vera so, men tí hann hevur einki val. Tað sigur Anja Pálsdóttir, lærari og varaleiðari á førleikastovuni í Runavíkar kommunuskúla.
Stendur tað til Anju Pálsdóttir, eiga vit at seta okkum spurningin, um alt, sum verður sett í verk í fólkaskúlanum, og øll krøvini, sum verða sett, geva ta meining, tey eru ætlað at geva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo