Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tá ið harðskapur verður framdur í skúlanum av næmingi móti lærara, er tað fyrst og fremst næmingin, sum skúlin tekur sær av, sum natúrligt er. Tað er sjálvsagt, at skúlin hugsar um næmingin, men lærarin, sum verður raktur av harðskapinum, eigur ikki at verða gloymdur, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Tað, sum gongur aftur í málunum, sum hava við harðskap móti lærara at gera, er, at lærarin, sum verður raktur av harðskapinum, ikki fær ta hjálp ella tann stuðul, honum tørvar. Leiðslan í skúlanum eigur at melda tilburðin og taka sær av læraranum, tosa við hann um tað, sum er hent, lurta, hjálpa og stuðla honum. Leiðslan eigur at tryggja sær, at lærarin fær hjálp alt fyri eitt. Tá ið ein tíð er fráliðin, so eigur tilburðurin at verða viðgjørdur, lærari og leiðsla eiga at tosa um tað, sum hendi, hvussu viðkomandi hevur tað, um tillagingar skulu gerast í arbeiðsgongdum, og hvussu hann kann koma víðari.

- Tað er skelkandi at vera fyri harðskapi frá einum næmingi, og tað sigur seg sjálvt, at onkur tilbúgving má vera, sum tekur sær av læraranum. Leisturin er ikki so kompleksur; tað, sum krevst, er, at leiðslan sær álvaran í, at lærarin fær ta hjálp, honum tørvar. Til hetta gjørdi Lærarafelagið fyri fáum árum síðan eina vegleiðing við greiðum mannagongdum. Arbeiðir tú eftir vegleiðingini, so veitst tú akkurát, hvussu tú skalt gera sum leiðsla, tá harðskapsmál eru í skúlanum móti lærara.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo