Skúlablaðið: Í komandi viku hevur NLS fund í Føroyum. Høvuðsevnið á fundinum, ið varir í tveir dagar, er talgildingin í barnaskúlanum.
NLS, sum stendur fyri Nordiska Lärarorganisationers Samråd, hevur sektorfund í Havn týs- og mikudagin í komandi viku; talan er hesa ferð um lærarar í fólkaskúlanum. Gestarøðarin á fundinum verður Martin Zachariasen, Ph.D og rektari á Fróðskaparsetri Føroyum, sum fer at røða um vitlíki í undirvísingini. Umboð fyri limalondini í NLS, sum eru øll Norðurlond, fara at hava framløgu, sum lýsir virksemið í einstøku londunum. Í frágreiðingunum verður eitt nú greitt frá, hvørjir fyrimunir og vansar talgildingin og vitlíki lærarar og leiðarar í skúlunum meta hetta hava, og hvussu talgildingin á bestan hátt verður gagnnýtt, somuleiðis hvørjar avbjóðingar hetta gevur, og í hvønn mun tørvur er á førleikamenning, soleiðis at lærarar og leiðarar kunnu møta talgildu menningini. Somuleiðis verður komið inn á, í hvønn mun tað eydnast at halda fast við fjølbroyttu uppgávuna, sum forskúlin og skúlin hava at geva børnum og ungum nøktandi førleikar fyri lívið.
Føroya Lærarafelag er vertur fyri NLS-fundin, sum verður hildin á Hotel Hafnia í Havn 9.-10. apríl. Skipað verður fyri útferðum ymsa staðni, og somuleiðis verður vitjað í tveimum skúlum.
Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag og Felagið fyri miðnámsskúlalærarar eru limir í NLS.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo