Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Vil Námsvísindadeildin leingja tíðina, læraralesandi eru í starvsvenjing, so gera tey tað og skulu ikki brúka Lærarafelagið sum umbering fyri at lata standa til. Vantar fígging til hetta, so er tað ein spurningur millum Námsvísindadeildina, setursráðið og Løgtingið, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, við Skúlablaðið.

Lærarafelagið setir ikki fótonglar í vegin fyri, at starvslæran hjá læraralesandi kann verða longd, sum Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, rør upp undir. Hon sigur í samrøðu í seinasta Skúlablaði, at Námsvísindadeildin støðugt arbeiðir við at bøta um starvslæruna, men at hon tíverri er endað sum partur av lønarsamráðingunum millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. “Starvslæruviðbótin, sum lærarin, ið hevur tey læraralesandi, fær í samsýning, er vorðin knúturin. Hetta er tíverri ein spurningur um pengar. Stóð tað til okkum, so fóru tey lesandi ein dag um vikuna í starvslæru, men tað eru pengar ikki til, sigur hon.”

Formaður Føroya Lærarafelags undrast stórliga á hesa útsøgnina, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo