SNAR: Í døgunum 7.- 9. november skipar Nám fyri Læraradegi í Norðurlandahúsinum við høvuðsevninum talgildisbúgving. Allir fólkaskúlalærarar í landinum luttaka á einum av døgunum.
Hugtakið talgildisbúgving hevur seinastu árini fingið týðandi leiklut í skúlaverkinum, og á Læraradegnum varpa vit ljós á hugtakið, bæði í undirvísingarligum høpi og í størri høpi.
Skráin er tann sama allar tríggjar dagarnar. Talan er um tveir høvuðsfyrilestrar, sum eru til allar luttakararnar, og fimm verkstovur, sum verða í tveimum umførum, soleiðis at einstaki lærarin velur tvær verkstovur at luttaka á.
Skráin kann takast niður á undirvísingarportalinum Snar: https://snar.fo/laeraradagur23
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo