NÁM: Í døgunum 8.- 10. november verða Læraradagar í Norðurlandahúsinum. Fyriskipari er Nám.
Høvuðsevnið er lesing, og er hetta framhald av verkætlanini Føroyar lesa, sum fór av bakkastokki í august 2020.
Skráin er tann sama allar tríggjar dagarnar. Hon er rættiliga fjølbroytt og tryggjar, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinar aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og til víðari menning. Talan er um tríggjar høvuðsfyrilestrar, sum eru ætlaðir øllum luttakarunum, og fimm verkstovur/fyrilestrar, sum einstaki lærarin velur ímillum.
Skráin kann takast niður her: https://snar.fo/laeraradagur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo