Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum einasta land í heiminum dupultskatta okur pensiónina/samhaldsfasta.

Tað er ótrúligt, sum pensionistarnir í Føroyum verða lítið virdir, sær næstan út sum um politikarar helst vilja sleppa av við pensionistarnar.

Undraðist eitt sindur, tá ið landsstýriskvinnan so glað meldaði út, at yvirskotið á landsins fíggjarlóg bleiv 141 mill. - hettar er bert 12% av samhaldsfasta, so uttan dupultskatting av samhaldsfasta var stórt undirskot á fíggjarlógini.

Eg haldi, at hettar kann kallast tað reina rán av samhaldsfasta og at allir teir 33 tinglimirnir eru sera samdur um ránið er ótrúligt, tað mundi glógva í onkrum.

Okur hoyra um, at tað eru nógvir pensionistar sum liva á fátækramarkinum, men tað rørur ikki hettar kompaníið.

Gevið nú pensionistunum tað, sum pensionista er.

Samhaldsfasti skattaður einaferð og útgjaldi hækka tilsvarandi.

Hugsi ikki, at løgtingslimir høvdu verið so fegnir um teirra løn bleiv dupultskatta.

Blokkniðurskurður uppá 25 mill. Alt úr samhaldsfasta, nær kemur ein verulig fíggjarlóg, sum ikki hvílur á samhaldsfasta.

Ella fara tit at takka gudi fyri, at tykur ikki eru sum hini?

Hvar er samhaldsfesti og líkarættur, ein býur í Kina, ella hvar er stoltleikin, pensionistarnir og tímalønt eiga so ongan góðan í hesi forsamlingini.

Svenning Borg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo