Europeiska fótbóltssambandi UEFA hevur boðað frá kanning av Paris Saint-Germain.
Nú biðjur spanska La Liga um at eisini Manchester City verður kannað.
La Liga-forsetin Javier Tebas sigur við tíðindastovuna AP at City og PSG fáa so stóar fyrimynir av at fáa «statsstuðul» at tað gongur út yvir kappingarnar. Hann heldur at tað «avgjørt skaðar fótbóltin».
Manchester City var keypt av ovurríka Mansour bin Zayed Al Nahyan úr Abu Dhabi í 2008. Trý ár seinni átti Katar felagið PSG, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo