Fróðskaparsetrið: 15 nýggjar vísindaligar greinar eru í nýggjum serriti um kvinnuúrvalsfótbólt, sum tíðarritið Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports hevur givið út.
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrium hevur ritstjórnað saman við Maysa de Sousa, lektara (Brasil), Joao Brito, professara (Portugal) og Svein Arne Pettersen, professara (Norra).
- Serritið er kærkomið og lýsir ymisk øki hjá kvinnunum, og tað hevur vantað leingi, sigur Magni Mohr.
Hann hevur sjálvur eisini skrivað fýra av teimum 15 greinunum í ritinum. Greinarnar eru her:
Mohr et al. Skeletal muscle phenotype and game performance in elite women football players
Krustrup et al. Muscle metabolism and impaired sprint performance in an elite women’s football game
de Sousa et al. Nutritional optimization for female elite football players-topical review
Mohr et al. Executive summary: Elite women’s football – Performance, recovery, diet, and health
Alt serritið um úrvalsfótbólt hjá kvinnum kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo