Nú er man aftur farin at herja á tey socialu Pleyguheimini, so KOMMUNALPOLITIKARAR kunnu flýggja frá ábyrgdini og spara pengar.
Tann innantómi floskulin um, at eldri skullu vera sum longst í egnum heimi er bara ein eufemisma fyri at minka um økonomiskar veitingar til tey gomlu.
EINSEMI er størsta avbjóðingin hjá teimum flestu eldru og nógv av teimum vantrívast, hvis tey ikki sleppa á tey socialu pleyguheimini.
Bæði í Danmark og Svøríki hevur man sera ringar royndir av at noyða fólk at blíva for leingi í egnum heimi.
Tey vantrívast, forfella og eldast nógv skjótari.
Skullu vit slett ikki læra av beiskum royndum í grannalondum?
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo