Tórshavnar Kvøldskúli hevur fingið nýggja heimasíðu og nýggja tilmeldingarskipan. Tilmeldingin byrjar mánadagin 7. september kl. 18.00 og nýggj heimasíða og nýggj tilmeldingarskipan verða samstundis tikin í brúk.
Gamla tilmeldingarskipanin hevur ikki livað upp til krøvini, sum nútíðarsamfelagið setir til slíkar skipanir. Skúlin hevur tí seinastu 3 árini, saman við kt-fyritøkuni Norliga, ment eina nýggja skipan, sum skal lætta um hjá brúkarum, undirvísarum og fyrisiting skúlans.
Borgarin kann longu nú fara inn og skráseta seg sum brúkara hjá Kvøldskúlanum og rita inn í skipanina. Tá ið brúkarin meldar til skeiðini, verður tí bert neyðugt at skriva upplýsingar til gjaldskortið.
Tilmeldingin, sum er á heimasíðu skúlans www.kvoldskulin.fo, letur upp mánadagin 7. september kl. 18.00 og endar sunnudagin 13. september kl. 24.00.
Tó ber til at tekna seg til skeiðini, sum byrja í 2021, fram til 1. november 2020.
Vegna Covid-19 ber ikki til, eins og undanfarnu ár, at koma inn á skrivstovuna at melda til. Møguligt verður at ringja til skrivstovuna á tel. 302472, um tørvur er á hjálp.
Útgreinað lýsing av einstøkum lærugreinum er at finna á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo