Miðnám í Kambsdali: Várkvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali verður hóskvøldið 9. mars kl.19
Og í ár verða tað listalærugreinir skúlans, sum mynda hana. Lærugreinin leiklist fer at framføra nakrar av sínum nýtulkingum av klassikkarum hjá Shakespeare – umboðandi bæði tragediu og komediu.
Lærugreinin tónleikur hevur fjølbroyttar framførslur – bæði frá næmingum á C-stigi og A-stigi, og lærugreinin miðlakunnleiki sýnir nakrar av nýggjastu filmunum, sum eru gjørdir í undirvísingini.
Kvøldsetan er eitt kærkomið høvi hjá avvarðandi at næmingum, hjá fyrrverandi og komandi næmingum eins øllum áhugaðum at síggja og hoyra ein part av tí nógva kreativa arbeiðinum, sum fyllir gerandisdagin hjá næmingum og lærarum á Miðnámi á Kambsdali.
Í steðginum selur ein flokkur kaffi, te og okkurt gott afturvið, nú næmingar savna sær pening til námsferð, so tað kann vera eitt gott hugskot at hava reiðan pening uppi á sær. Lestrarvegleiðarar verða tøkir at svara møguligum spurningum og umrøða ivamál, hjá teimum, sum ætla at søkja inn á miðnám. Og so verður sjálvandi høvi at hyggja seg um á skúlanum og heilsa upp á starvsfólk og onnur hetta kvøldið.
Verið hjartaliga vælkomin á várkvøldsetuna á Miðnámi á Kambsdali!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo