Hóskvøldið 10. mars kl. 19 verður loksins kvøldseta aftur á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Í rúma tíð hava størri almenn tiltøk so sum kvøldsetur ikki verið á skránni á skúlanum, so nú gleða næmingarnir og lærarar teirra seg til aftur at kunna bjóða vinum, avvarðandi og øllum áhugaðum inn á skúlan til eitt spennandi og hugnaligt kvøld.
Marnar Fríðheim Kristiansen, sum fyrr hevur gingið á skúlanum á Kambsdali, leitar aftur á slóðina og fer at greiða frá sínari útbúgvingarleið, sum byrjaði á Skála og endaði við, at hann nú er lækni. Ungi læknin hevur lagt stóra orku í gransking av koronufarsóttini. Marnar fekk fyri nøkrum mánaðum síðani handaða miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum.
Harumframt vera fleiri tónleikaframførslur á skránni, sum næmingar hjá Eyðuni á Lakjuni og Randi Hansen fara at framføra. Næmingar í miðlakunnleika fara eisini at vísa tveir filmar – ein, sum tekur støði í gamlari søgu, og ein annan, sum á áhugaverdan hátt viðger koronufarsóttina, ið vit hava drigist við seinastu tvey árini. Magni Høgnesen er lærari hjá hesum næmingunum.
Ein næmingur á serbreytini fer eisini at greiða frá um víðagitnu Malalu Yousafzai, sum brádliga bleiv skotin í skúlabussi sínum í Pakistan. Hon yvirlivdi álopið og fekk sjúkraviðgerð í Bretlandi. Malala hevur arbeitt fyri, at gentur í øllum heiminum skulu fáa líka góðar undirvísingarmøguleikar og útbúgving sum dreingir. Unga Malala fekk í 2014 Friðarheiðurslønina hjá Nobel handaða fyri sítt arbeiði.
Á kvøldsetuni hóskvøldið er eisini ætlanin at skipa fyri listaframsýning; ein skúlaflokkur fer at selja kaffi og heimabakaðar køkur. Flokkurin samlar inn til námsferð. Og sjálvandi er eisini høvi at tosa við lestrarvegleiðarar um ymsu útbúgvingarmøguleikarnar á skúlanum. Øll eru hjartaliga vælkomin á kvøldsetu á Miðnámi á Kambsdali.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo