Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Skotið verður nú upp fyri býráðnum, at farið verður undir at gera uppskot til tíðaravmarkaða samstarvsavtalu við Kvívíkar kommunu um, at næmingar úr Kvívíkar kommunu ganga í Eysturskúlanum í ikki bara 8., men eisini í 9. og í 10. flokki.

Upprunin til málið er ein fyrispurningur frá Kvívíkar kommunu um, at næmingar, búsitandi í Kvívík, kunnu ganga í 8.-10. flokki í skúla í Tórshavnar kommunu. Hesir næmingar hava annars gingið á framhaldsdeild í Vestmanna skúla. Men kvívíkingar meta, at tilboðið av lærugreinum í Vestmanna skúla er ikki so stórt sum í einum størri skúla í Havn. Hartil arbeiða nógv foreldur í Havn.

Eftir samráðingar aftur og fram og broytingar í skúlabygnaðinum í Havn, so varð komið fram til, at Eysturskúlin kundi rúma hesum næmingum. Sagt varð, at Eysturskúlin hevði eitt næmingagrundarlag, ið toldi og hevði fyrimun av at fáa nakrar næmingar í hádeild árliga frá Kvívíkar kommunu, hetta serliga nú skúlin royndi at skipa nøkur nýskapandi tilboð til næmingar í 8. og 9. fl.

Hetta skúlaárið ganga sjey næmingar úr Kvívíkar kommunum í 8. flokki í Eysturskúlanum, og hesir næmingar halda fram í 9. flokki næsta skúlaár. Tað er pláss í Eysturskúlanum fyri at taka fleiri næmingar inn í 8. flokk, og tað gevur eisini skúlanum størri møguleika fyri at skipa tilboð til næmingar í 8. og 9. flokki.

Skotið verður nú upp, at farið verður undir at gera uppskot til tíðaravmarkaða samstarvsavtalu við Kvívíkar kommunu um, at næmingar úr Kvívíkar kommunu ganga í Eysturskúlanum í 8., 9. og í 10. flokki.

Uppskotið til sáttmála, sum er samtykt bæði í trivnaðar- og fíggjarnevndini, kemur fyri býráðið í á býráðsfundinum í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo