Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Triðja árið á rað eru tað kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ, sum møtast í ársins fyrsta almenna fótbóltsdysti, sum verður stórsteypadysturin á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. Mynd: Álvur Haraldsen

Triðja árið á rað eru tað kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ, sum møtast í ársins fyrsta almenna fótbóltsdysti, sum verður stórsteypadysturin á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. Mynd: Álvur Haraldsen

Triðja árið á rað eru tað kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ, sum møtast í ársins fyrsta almenna fótbóltsdysti, sum verður stórsteypadysturin á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað verður Tórsvøllur, sum leygardagin klokkan 17 verður karmur um ársins stórsteypadyst hjá kvinnum, sum er millum KÍ og NSÍ. Hetta er samstundis ein endurtøka av stórsteypadystinum í fjør, og hetta er triðja árið á rað, at júst hesi bæði feløgini spæla stórsteypadyst.

KÍ sum føroyameistari og NSÍ sum steypavinnari teljast eisini millum feløgini, ið kunnu roknast millum teirra, ið fara at kappast um oddasessin í bestu kvinnudeildini hetta komandi kappingarárið, so spennandi verður at síggja, hvørjum henda fyrsta toppuppgerðin í ár endar við.

Í fyrraárið vann KÍ sannførandi 4-1 á NSÍ í stórsteypadystinum, men í fjør stóð á jøvnum, 0-0, eftir teir 90 minuttirnar, og so skuldu brotsspørk skjótast fyri at fáa dystin avgjørdan, og tá skoraði NSÍ fýra ferðir og KÍ tvær ferðir, so steypið hevur altso staðið við Løkin síðsta árið.

Stuðla felagið Hoyr
Stórsteypadysturin hjá kvinnunum leygardagin er fyriskipaður í samstarvi millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, eins og gjørt var fyri viku síðani, tá ið KÍ og Víkingur spældu tann hjá monnum, sum endaði 0-0 og ikki var avgjørdur, fyrr enn KÍ hevði vunnið 6-5 við brotsspørkum.

At Lions er við í spælinum, merkir so eisini, at eitt vælgerandi endamál verður stuðlað, og hesaferð er tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá stórsteypadystunum báðum, umframt dystunum í september í fjør um Lionsbikarið í hondbólti.

Hoyr hevur góð 30 ár á baki og er eitt felag, sum í breiðastu merking arbeiðir fyri hoyrnina og at betra dagligu umstøður teirra, ið hava niðursetta hoyrn. Við at upplýsa um trupulleikarnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, verður roynt at betra hoyriumstøðurnar.

Stórsteypadystir, kvinnur:
2019: EB/Streymur/Skála-HB 1-7
2020: eingin dystur vegna koronu
2021: KÍ-NSÍ 4-1
2022: KÍ-NSÍ 0-0 (2-4 eftir brotsspørk)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo