Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Kvinna: Kvinna fegnast um stóru undirtøkuna til Kvinnurenningina í ár, og vit takka fyri stóra áhugan. 

Tíverri eru vit endaðar í teirri støðu, at tilmælini frá heilsumyndugleikunum og koronuráðgevingini í sambandi við Kvinnurenningina 2021 tíverri ikki loyva okkum at halda renningina, sum upprunaliga ætlað á Tórsbreyt leygardagin 29. mai kl. 15. Hetta harmast vit sjálvandi um, tí vit høvdu glett okkum at síggja allar tær mongu kvinnurnar til sjálva renningina og til eina hugnaløtu á Vaglinum aftaná. Men tíverri er ikki ráðiligt at savnað uml. 1.200 kvinnur úr øllum landinum til eitt so stórt felags tiltak við tí smittuvanda, sum er í løtuni.

Tí noyðast vit at renna hvør sær aftur í ár. Tað gera vit nú leygardagin 29. mai.

  • Vit renna saman hvør sær leygardagin 29. mai kl. 10.00.
  • Bragdið og Kvinna skipa fyri upphiting beinleiðis á Facebook-vanganum hjá Kvinnu kl. 10.00, og síðani siga vit góðan túr.
  • Tú rennur ella gongur júst har, sum tú ert; einsamøll ella saman við øðrum. Tú gert sjálv av, um tú rennur ella gongur, og hvussu langur túrurin er.
  • Lutakastið um allar teir góðu vinningarnar verður kunngjørt á Facebook-vanganum hjá Kvinnu kl. 12.00 tann 29. mai. Allar, sum hava meldað seg til Kvinnurenningina 2021, eru við. Vinnararnir fáa beinleiðis boð.
  • Deil eina mynd frá renni- ella gongutúrinum á Instagram ella Facebook við #kvinnurenninghvørsær2021 ella frámerk okkum - @Kvinna (Facebook) og @kvinnafo (Instagram). Gev gætur, at myndin má vera almenn. Allar myndirnar eru við í lutakastinum um fimm árshald av Kvinnu.

Vit vóna, at allar tær mongu kvinnurnar, ið eftir ætlan skuldu renna saman leygardagin, fáa eina hugnaliga løtu saman við eini góðari rennivinkonu í nærumhvørvinum í staðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo