Javnstøðunevndin: Hagtølini hjá Javnstøðunevndini vísa, at arbeiðsbyrðan er munandi tyngri hjá kvinnum enn hjá monnum.
Hóast vit spakuliga flyta okkum fram á javnstøðuleiðini, ber samfelagið framvegis brá av siðbundnum strukturum - bæði tá hugsað verður um kynsmentan og arbeiðslív. Í gomlum døgum fóru menninir til arbeiðis, meðan kvinnurnar tóku sær av húsi og heimi. Soleiðis er ikki í dag; menn eiga nú ein part av barnauppalingini, og kvinnur luttaka nú á arbeiðsmarknaðinum. Men hóast hesir kynsbundnu leiklutirnir eru minni stirvnir, er arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn í dag framvegis sera ójavnt.
Sum úrslit av javnstøðukanningini, ið Javnstøðunevndin saman við Demokratia og Almanna- og mentamálaráðnum lat gera í samstarvi við Fróðskaparsetrinum í 2023, finnast nógvar dátur, ið virka sum grundarlag undir arbeiðinum við at fremja javnstøðu í Føroyum. Við nýggjari vitan fæst betri innlit í, hvørji viðurskifti okkum tørvar at bøta um.
Nógv av hesum viðurskiftunum umskarast, og hava tey á hvør sín hátt ávirkan á yviskipaðu javnstøðuna í samfelagnum. Tó kunnu vit siga, at tá av tornar, snýr okkara arbeiði seg um gerandislív, trivnað og møguleikarnar hjá okkum øllum at gera dreymar og ynskir um til veruleika uttan at okkara kyn skal vera ein forðing.
Javnstøða millum kvinnur og menn er eitt fjøltáttað hugtak, men spyrt tú, hvat kjarnin er í okkara arbeiði, so er tað samanspælið millum arbeiðslív og familjulív, ið er snúningsdepilin.
Tískil nýtti Javnstøðunevndin femifagnaðarvikuna í marsmánaði sum høvi til at seta ójavna arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn undir luppin. Tann 5. mars 2024 var Reinsaríið tí karmur um alment tiltak, har nýggj vitan og kjak vóru á breddanum, og ójavna arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn var sett í miðdeplin. Saman við politikarum, granskarum og áhoyrarum hugdu vit at støðuni í dag sambært hagtølum, ið eru sprottin úr javnstøðukanningini frá 2023.
Heri Joensen, stjóri í greiningarfyritøkuni Lóðum, sum gjørdu dátuinnsavnanina vegna Fróðskaparsetrið, legði fram úrvald hagtøl um arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn. Eftir hetta bar Erika Hayfield, lektari í sosialvísindi og dekanur á Fróðskaparsetrinum, fram sínar hugleiðingar um tey fjaldu samfelagsviðurskiftini, sum ávirka okkara fatanir av ávísum javnstøðuspurningum, og sum harumframt ávirka okkara atferð hesum viðvíkjandi. Eftir framløgurnar báðar var politiskt kjak um, hvørji tøk skulu takast, fyri at vit í Føroyum fáa eitt javnari býti av løntum og óløntum arbeiðsuppgávum millum kvinnur og menn.
Ójavna arbeiðsbýtið í dag
Í stuttum kann sigast um støðuna í dag, at kvinnur og menn luttaka ikki í arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti. Meir enn onnurhvør kvinna arbeiðir niðursetta tíð – ofta fyri at kunna gera ólønt arbeiði -, meðan flestu pápar í Føroyum bara taka ein brotpart av barslinum, sum eru tær fýra vikurnar, ið eru markaðar til pápar. Harumframt er føroyski arbeiðsmarknaðurin sera kynsbýttur; í summum vinnum eru nærum bara menn, og í øðrum nærum bara kvinnur. Menn forvinna munandi meir enn kvinnur, og hetta kemst ikki bara av, at menn arbeiða meir enn kvinnur - tí sonevndu kvinnustørvini eru lægri lønt og hava avmarkaðar møguleikar fyri uppstíging.
Í Føroyum arbeiða menn fleiri løntar tímar á arbeiðsmarknaðinum enn kvinnur. Hinvegin arbeiða kvinnur fleiri óløntar tímar enn menn í miðal. Hetta býtið av arbeiðsuppgávum og arbeiðstíð endurspeglar ta sannroynd, at vit hava enn langt á mál. Tí kvinnur hava í stóran mun umsorganleiklutin í samfelagnum, meðan menn framvegis hava forsjónaraleikluturin, eins og í gomlum døgum, og hetta úrslitar í fíggjarligum ójavna millum kyn. Og eftir øllum at døma, gevur hesin ójavni seg til kennar, tá familjulívið byrjar.
Hyggja vit at hagtølunum, er greitt, at ein av høvuðstáttunum, sum skumpa undir býtið av umsorganarleiklutinum og forsjónaraleiklutinum, er barnsburður.
Í Føroyum er vanligt, at bæði kvinnur og menn hava meira um at vera, tá børnini eru fødd, enn áðrenn. Men arbeiðsbyrðan veksur ikki líka nógv, ella á sama hátt, fyri kvinnur og menn.
Hjá kvinnum verða tað óløntar arbeiðsuppgávur, sum gerast fleiri, meðan menn fara upp í løntum arbeiðstímum. Eftir barnsburð fáa kvinnurnar ta størru samlaðu arbeiðsbyrðuna - nærum 13 tímar meira enn menn hvørja viku -, og samstundis verður inntøkan hjá kvinnum munandi skerd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo