Charlotte Maersk-Møller er skipari og reiðari á sleipibátinum Ronju sum kom við nýggja fóðurflakanum hjá Mowi á Vestmanna í gjáramorgunin. Fóðurflakin er umbygdur í Póllandi.
Hon er, sum eftirnavni bendir á, í familju við ein kendan reiðara í Danmark. Langabbi Charlottu var beiggi Arnhold Peter Møller, sum stovnaði A.P. Møller í síni tíð.
Reiðaríið eitur West Coast Towing, og tað er hennara egna og hevur sum so onki at gera við størra reiðaríið á Esplanaduni í Keypmannahavn.
Við VP sigur Charlotte, at hon hevur onkra smávegis uppgávu at loysa afturat í Føroyum áðrenn hon fer avstað aftur við Ronju.
Annars ber til at lesa eina grein um Charlotte og virksemi hennara í Fyns Amts Avis her.
Les eisini: Risastórur fóðurflaki komin til landið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo