VP bað um innlit í skriv sum starvsfólk í Kringvarpinum høvdu sent Mentamálaráðnum í sambandi við uppsøgnina av fyrrverandi stjóranum Ivani Niclasen.
Skrivið móttók Mentamálaráðið tann 9. desembur 2024, og síðani er okkurt hent í málinum, sum kann lesast um her.
Skrivið kann lesast niðanfyri:
Ivan Niclasen hevur verið ein góður stjóri, og hann hevur í nógv ár starvast á stovninum, sum hann kennir sera væl.
Hetta málið snýr seg ikki um, at hann hevur gjørt nakað, sum hevur kostað stovninum nakað, hann hevur einki gjørt til egnan fyrimun, og hann vildi einans verja eitt starvsfólk móti einum sjúkum manni, sum hótti tað eftir lívinum.
Málið stavar heilt afturi frá 2020, tá Korona akkurát var byrjað, og stjórin / leiðslan hevði nógv onnur atlit at taka fyri stovnin viðvíkjandi tí.
Tá sat eitt annað stýrið ovast fyri Kringvarpinum.
Sum vit nú vita, bleiv tað stýrið ikki kunnað um avgerðina, sum leiðslan tók, at gera eitt undantak við kringvarpsgjaldi, tí talan var um eina veruliga drápshóttan.
Prinsipielt er tað skeivt at geva nøkrum undantak at rinda kringvarpsgjald. Men sum sagt var talan um heilt serligar umstøður, og hendi nakað, stóð Ivan Niclasen eftir við ábyrgdini, so hetta var eitt slag av neyðrætti.
Her er ikki talan um nakra glíðibreyt, har óttast kann fyri, at onnur fólk vilja sleppa sær undan kringvarpsgjaldi.
Her er talan um einstakt mál hjá einum eftir øllum at døma vandamiklum persóni, sum ikki longur býr í Føroyum. Persónurin er ákærdur í øðrum líknandi málum.
Tá ið so núverandi stýrið tekur málið upp, verða fólk ikki hoyrd í málinum, og harafturat er líkt til, at kringvarpsstýrið ikki hevur leitað sær løgfrøðiliga hjálp hjá serkønum fólki í slíkum málum fyri at kanna, um aðrir møguleikar vóru enn uppsøgn.
Tað er undrunarvert, tí hetta málið er tann einasta grundgevingin hjá stýrinum fyri at siga Ivani Niclasen úr starvi. Her eru eingi onnur mál, og stýrið sigur seg annars hava havt stórt álit á stjóranum.
Vit starvsfólk halda, at her eru so nógvir aðrir møguleikar, sum kundu verið troyttir fyrst.
Stjórin kundi til dømis fingið eina átalu.
Tá ið so avgerðin er tikin, velur sama stýrið, sum saknar kunning frá stjóranum, at fara út í almenningin við avgerðini, uttan at kunna síni starvsfólk um tað fyrst.
Tað er átaluvert, og tað hevur skalað okkara álit á okkara egna stýri.
Harafturat møtti stýrisformaðurin ikki til kunnandi fundin, morgunin eftir avgerðina, við okkum starvsfólk, tí hann var farin av landinum.
Nú ein vika er fráliðin, hava vit framvegis onki hoyrt frá stýrisformanninum.
Samanumtikið eru vit starvsfólk á Kringvarpi Føroya skelkað um handfaringina hjá stýrinum av hesum máli.
Kringvarpið hevur mangan verið í brotasjógvi; vit óttast fyri, at avgerðin kann fáa keðiligar avleiðingar fyri stovnin og fyri trivnaðin hjá okkum starvsfólkum í Kringvarpinum.
Heilsan starvsfólk í Kringvarpinum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo