Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

KVF hevur nú í tveimum manipulerandi sendingum viðgjørt fiskarí og Namibia, sum teir so hava øst upp til fiskivinnupolitkk í Føroyum.

Til tey sum ikki lesa alt kann sigast, at enn finst ikki eitt einasta prógv fyri at Samherji hevur snýtt í Namibia. Tað einasta, sum er prógvað, er, at evnini at grava í KVF eru umvent proportional við evnini at manipulera.

Tað er so nógv um at fara. Men fyrst fara vit til Namibia.

Namibia er sjálvstøðugt land síðan 1990. Swapo rørslan/flokkurin hevur rátt fyri borgum síðan tá. Í slíkum londum drena valdshavarar statskassan yvir í egnan lumma. Av tí at ein rættarsak er og at tey í Namibia hava pressu, so fæst innlit í hvat hendur. Tað átti KVF eisini at brúkt.

Kvotur útlutaðar tí flokkurin manglaði pengar
Fyri árum síðan manglaði ráðandi flokkurin pengar fyri at tryggja sitandi forseta afturval.

Hetta bleiv fixað við at fiskaríministarin tók kvotur frá einum felag, sum eftirfylgjandi fór konkurs, orsaka av manglandi kvotum.

Kvoturnar vóru síðan latnar øðrum felag, sum sjálvandi hevði tilknýti til stjórnina í Namibia.

Sí her

Felagið, Fishcor, fekk uml. 10.000 tons, men mátti sjálvandi hava onkran at fiska og tí kom Samherji inn í myndina.

Samherji leigar so hesar kvotur frá hesum nýggja felag. Og sum lesast kann aðrastaðni, so hevur Samherji helst kappast við føroysk reiðarí fyri at sleppa at fiska hesar kvotur.

Tað stutta av tí langa er, at Samherji betalur fyri kvotur og síðan fiska teir, leysir av myndugleikunum, tó at teir skulu fylgja galdandi lógum.

Men avtalur í Namibia eru ikki so einfaldar. T.d. váttar Steffansson í telduposti at hann hevur betalt Sharon Neumo, hin fína daman við diamant smykkum á fingrunum, armi, hálsi og í oyrum, pengar sum hon so hevur deilt viðari til navngivnar persónar. (https://www.samherji.is/en/moya/news/letter-to-coworkers)

Hetta sigur hann var fyri at fáa avtalur undirskrivaðar. Link vísur eisini hvat Samherji heldur um tað.

Tað bleiv rokaligt í Namibia, tí at ongin vil missa kvotur og tá feløg eftirfylgjandi fara konkurs, tí tey manglaðu kvotur, so má roknast við at fólk siga ymiskt, sum tey annars ikki høvdu fortalt.

Í korruptum londum sum Namibia hava næstan øll ymisk lík í lastini og tað verður tá brúkt til at sleppa sær av við fólk. Ofta enda tey í fongsli, men av og á í kirkjugarðinum.

Felagið, sum misti kvotur, Namisov, fór í rættin við Esau, fískaríministaranum.

Men at enda so orkaði felagið ikki meira og fór konkurs og Tucanor keypti restirnar.

Útlutaðu ókeypis partabrøv
Tucanor er eitt felag har m.a. tríggjar døtur hjá sitandi forseta, kona og tríggjar døtur hjá fyrrverandi forseta og konan hjá varaforsetanum fingu ókeypis partabrøv frá statinum,

Tað var fiskaríministarin Esau sum gav teimum hesi partabrøv.

Hetta var ein partur av avtaluni, sum gav Esau sera víðar heimildir at útluta kvotur og veiðurættindir.

Les her

Steffansson uppsagdur tí hann samstarvaði við onnur
Í slíkum korruptum londum er ein avtala ikki serliga bindandi. Tí verða tað alla tíðina trupulleikar. Og vit vita eisini, at Steffansson bleiv sagdur úr starvi, tí hann samstarvaði við kappingarneyta og onkur ætlan var um kvoturnar hjá Samherja. Men tað ber also bara til í samstarvi við onkran politikara.

Niðurstøðan er ti, at tað ber væl til hjá Samherja at gera avtalu við felag í Namibia, um at fiska, og samstundis halda allar lógir í Namibia.

Onki prógv fyri nøkrum óreglusemi
Higartil hava vit ikki sæð eitt einasta prógv fyri at Samherji hevur snýtt í Namibia. Harvið ikki sagt, at Samherji eru reinir og hvítir einglar.

Men vit hava also ikki nakað prógv.

Rætt er, at Steffansson sigur at hann hevur snýtt.

Rætt er at hann sigur at tað er eftir boðum frá ovasta stjóranum.

Men onki prógv finst um at hann hevur fingið boð um hetta. Men tað finst ein video, sum vit sóu í KVF, har Steffansson sigur, at Mári, tað er stjórin Þorsteinn Már Baldvinsson, er ímóti at svika.

Rættarsakin, sum koyrir í Namibia er næstan bara móti fólki úr Namibia.

Onkur íslendingur er eisini nevndur, men tað er tí at í feløgum, so er stjórin automatist ákærdur um felagið eisini er tað.

KVF eftirkannar ikki sína einastu keldu
Tá KVF tosar um svik og mutur, so noyðast teir at hava prógv. Steffansson hevur latið tilfar til Wikileaks.

Hann er einasta kelda til tíðindini sum hava verið í ymiskum londum.

Vit hava onki fingið at vita um hví hann bleiv uppsagdur í Samherja og ei heldur um hvønn tað var hann ætlaði at samstarva við.

At taka tað fyri góða vøru sum Steffansson sigur tykist undarligt.

Hvat við at spurt eftir prógvum!

Steffanson stjól alt áðrenn hann fór.

Hann hevur 14.000 teldupostar, sum hann ikki hevur almannakunngjørt. Um prógv eru, so eigur hann tey.

Hví bara ódokumenteraðir pástandir?

Tað er rímuliga greitt, at Georg og Jan ikki seta stór krøv til dokumentatiónina, tí teir halda bara, at her má verða okkurt!

Barbara var spunasmiður hjá Høgna, og er tað kanska enn, so hon hevur meira brúk fyri einari søgu enn fyri sannleikanum.

Í øllum førum bleiv ein long søga spunnin um tað, so var tilætlað ella bara ódugnaskapur, er trupult at siga við vissu. 

Higartil hava vit onki prógv sæð.

Bara illgitingar. 4 heilar tímar av illgitingum.

Til tey sum áhaldandi illgita um míni motiv, so eru tey ongi, uttan at tað er óintressant at síggja væl løntar journalistar gera eitt út av lagið vánaligt arbeiði, bara tí teir ikki tíma at seta seg inn í tey mál teir viðgera.

Um eg keði meg og annars tími at skriva, so kemur framhald.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo