Á skránni hjá Kringvarpinum í kvøld er endursendingin "Stríðið um tey 10 prosentini", har millum annað Astrup segði kendu orðini: Erstatning for hvad?
Sendingin var send fyrstu ferð tann 10. mars 2016, og nú metir Kringvarpið so at rætta løtan er at endursenda hana aftur, nú av álvara er ivasamt um uppskotið um fiskivinnunýskipanina verður samtykt, og um samgongan yvirlivir.
Kringvarpið sigur soleiðis um sendingina: Í sendingini lýsa vit, hvussu fiskatilfeingið verður savnað á færri og færri hondum, og spurnartekn verður sett við, hvørt valdið at skipa fiskivinnuna liggur hjá politikarunum ella hjá vinnuni.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo