Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sendingarnar ”O, móðurlandið” fingu nógvar føroyingar til telduknøttarnar, og kjakast varð dúgliga á sosialu miðlunum.

Tjóðskaparliga stríðið ætli eg mær ikki at gera stórvegis viðmerkingar til, hóast tað tyktist eyðsýnt, at sendingarnar høvdu politiska slagsíðu.

Men í sættu og seinastu sendingini varð komið inn á okkara rættarskipan og ákæruvaldið, ið KVF, eftir míni metan, legði undir at vera korrupt.

At mong mál liggja ov leingi í rættarskipanini, munnu tey flestu vera samd um, men merkir tað, at skipanin er korrumperað?

Vit hava ikki føroyska løgreglu ella dómsvald her á landi. Politi og dómsvald er danskt málsøki.

Men tá løgreglan og dómsvaldið eiga at virka óheft av fyrisitingini, átti tað ikki at ávirkað rættartrygdina, um málsøkið er føroyskt ella danskt.

Við atliti til gegni er tað helst ein fyrimunur hjá okkum at vera partur av einum løgdømi, ið telur 6 milliónir enn einum løgdømi ið einans telur 54.000 borgarar.

Gegnisspurningurin er ein avbjóðing, tá talan er um rættartrygd í smátjóðum.

Tað eru fleiri kanningar gjørdar um álitið á rættarskipanina í ymsum londum. Og her telist Danmark millum tey lond í heiminum, har álitið á ákæruvald og dómsvald er ímillum tey allar bestu.

At KVF tykist meina nakað annað má standa fyri egna rokning, men tað hevði verið ynskiligt fyri hyggjaran, at okkara mentanarstovnur grundgav betur fyri sínum uppáhaldum.

At KVF í sendingini letur mikrofonina uppí hendurnar á m.a. Jørn Astrup sigur alt um, hvussu subjektivtivur og litaður retorikkurin gerst, tá KVF fer í sjálvsving og selektivt útpeikar tey, ið hava røttu meiningina og tí skulu hava fría mikrofon.

Fyri nøkrum árum síðan skuldsetti Astrup TAKS-stjóran fyri at hava tikið ímóti mutri.

Men TAKS-stjórin situr framvegis sum stjóri á stovninum, og Fíggjarmálaráðið hevur, mær vitandi, ikki sett nakra tænastumannakanning í verk, helst tí at skuldsetingarnar ikki verða tiknar í álvara.

Danska bakmansløgreglan SØIK hevur ørgrynnu av starvsfólkum við akademiskari útbúgving innan skattarætt og roknskap. Men Astrup ivast í, um hesi fólk kenna mun á debet og kredit.

Tann 22. juni 2020 fríkendi danski hægstirættur fyrrverandi leiðsluna í danska Eik Banka í einum endurgjaldskravi, sum Finansiel Stabilitet hevði reist.

Nakrar dagar eftir hesa frídøming skrivaði Astrup eina kronikk í Jyllandsposten, har hann skuldsetti hægstarættadómararnar fyri manglandi løgfrøðiligar førleikar at døma í danska Eik málinum.

Astrup samanbar hesar dómarar við Per Degn, sum er víðagitna møsnið í sjónleikinum Erasmus Montanus eftir Ludvig Holberg.

Um frídømingina av donsku Eik-leiðsluni sigur Astrup: ”Undertiden kan dommen minde om en opvisning i disputerekunst”.

Og í sendingini “O móðurlandið” kemur so tað einfalda KVF loksins tvassandi og letur sín gamla vin Astrup tosa um lógloysi í Føroyum, tí ríkisløgreglan í Keypmannahavn ikki ger sum gamli bankastjórin vil.

Og alt hetta ”Public Service” møsnið hevur til endamáls at niðurgera rættarskipanina í einum løgdømi, sum er heimsmeistari í rættartrygd.

Sambært World Justice Project´s Report frá 2021 er Danmark sum rættarsamfelag nr. 1 av 139 londum. Á botninum lógu Venezuela, Kongo og Kambodia.

Álavaratos KVF.

At lata mikrofonina uppí hendurnar á fólki, ið ógrundað skuldseta øll og alt sigur almikið um, hvussu lágt okkara mentanarberi KVF kann ríða.

Við 70 mió. kr. av tvangsgjøldum í árligari inntøku og eini lógarfestari skyldu um sakliga og óhefta miðling, átti KVF at hugsa seg betur um, um nøkur virðing var fyri hyggjaranum og tí lóg, ið stovnurin skal eitast at virka undir.

Símun Absalonsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo