Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst skal eg gera greitt at eg ikki arbeiði sum tíðindamaður. Men tíðindi hava framvegis mín áhuga og tí festi eg meg við tíðindini um íslendskan ágang móti alment settum miðlafólkum í RUV og nú eisini KVF.

Tíðindaleiðarin í KVF sigur í einum almennum lesarabrævi at hann hevði fingið upplýsingar sum vístu, at blaðstjórin á Dimmalætting hevði verið so nasadjavur at lurta eftir hvat íslendska reiðarríið Samherji hevði av upplýsingum um arbeiðsmetodirnar hjá ávísum miðlafólkum sum starvast í KVF.

Sambært tíðindaleiðaranum í KVF avdúkar samskifti millum Samherja og blaðstjóran á Dimmu hetta.

Ein áhugaverdur spurningur er hví oddfiskurin í KVF velur at skriva eitt lesarabræv ístaðin fyri at viðgera íkomnu støðuna alment í KVF – har høvðuspersónarnir kundu lýst málið fyri opnum tjaldi?

Lesarabrævið hjá tíðindaleiðaranum var so endurgivið í “prime time” tíðindasending har “bestu bitar” úr lesarabrævinum vóru lisnir í upp uttan nakra viðmerking frá pørtunum.

Ei heldur hava tær útsagnir og “avdúkingar”, sum tíðindaleiðarin kom við í lesarbrævinum verið viðgjørdar ella útgreinaðar, sum tað hevði sømt seg einum fjølmiðlastovni sum sigur seg virða leiðreglur.

Tíðindini í KVF lata lurtaran og lesaran standa eftir við fleiri spurningum enn svarum og hetta er sera óheppið um ein veruliga ætlar at greina málið heldur enn grugga.

Kundi eisini hugsað mær at spurt nær KVF er farið at lesa upp úr lesarabrøvum á hendan hátt, har upplýsingar ikki verða viðgjørdir og har persónar verða ákærdir fyri líkt og ólíkt uttan at lesarin gerst klókari?

Hví hava starvsfólk í KVF tørv á slíkari áleypandi verju í form av lesarabrævi har onnur ikki hava somu møguleikar at koma við útgreinandi svari?

Er kanska ikki trupulleikin at blaðstjórin á Dimmu hevði allar orsøkir til at kanna málið nærri tá hann fekk íslendsku upplýsingarnar?  

Síðani tíðindini vóru borin í KVF hevur larmandi tøgn verið um málið.

Ivist onga løtu í at blaðstjórin á Dimmu fer at svara, men hví hendan larmandi tøgnin í KVF.

Hví verður brakandi miðlasøgan ikki sett í perspektiv, fylgd upp so lurtarin og hyggjarin í KVF fær at vita hvussu miðlafólkini í KVF, Dimmu og øðrum miðlum arbeiða og so fram.

Er støðan kanska veruliga tann at vit hava ein almennan tíðindastovn har persónar sita og dyrka hálvkvøddar politiskar vísir fyri at verja egnu ómegd.

Eg spyrji bara?

John William Joensen
Við áhuga í tíðindum – eisini íslendskum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo