Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Áhugavert at hoyra, hvussu heitt virkandi stjórin í Kringvarpi Føroya tosaði fyri eini lokalredaksjón hjá KVF í Klaksvík í sendingini ”Pressan” hjá Øssuri Winthereig.

Sum um Klaksvíkin á nakran hátt er forsømd av KVF? 

O, nei, tað hevði eisini verið løgið, eftirsum tað helst eru fleiri innføddir klaksvíkingar enn ditto havnarfólk á bæði tíðindadeildini og mentanardeildini í Sortudíki.

Vit skilja væl klaksvíkingin Kára Sólstein, sum er settur fyri ein annan klaksvíking, Johnny í Grótinum, at hann er so upptikin av at fáa staðsett hugskotið um eina lokalredaksjón í Klaksvík.

Eftir 21. september, tá umsóknarfreistin at søkja starvið sum kringvarpsstjóri er úti, verður hann helst sum tann fyrsti kallaður inn til setanarsamrøðu hjá einum øðrum klaksvíkingi.

Nevniliga Rúna Heinesen, ið eins og køtturin hevur havt minst níggju lív, tá hugsað verður um alt stríðið, sum verið hevur í KVF seinnu árini undir hansara yvirskipaðu leiðslu.

Nei, tú ert ikki klaksvíkingur fyri einki, ha?

Á ein ella annan løgnan hátt hevur tað eydnast KVF-stýrisformanninum at flogið undir radaranum øll 12 árini í sessinum – sum í sjálvum sær er heilt óvanliga leingi fyri ein almennan nevndarformann – og harvið sloppið sær undan at taka nakra sum helst ábyrgd fyri teimum afturvendandi orrustunum í KVF undir honum sum formanni. 

Eitt bragd í sjálvum sær, men alt annað enn til gleði fyri okkum lurtarar og hyggjarar. Og enntá av einum manni, sum kom við upp á avboð, tá fyrsta valið hjá Bjørn Kalsø – táverandi mentamálaráðharri og klaksvíksborgari – enn ein klaksvíkingur, kundi ikki átaka sær uppgávuna, ið fá munnu minnast, hvat snúði seg um.

Jú, væl duga klaksvíkingarnir at syrgja fyri sær sjálvum, so sjálvandi fáa teir sína egnu redaksjón í Klaksvík, tá virkandi stjórin verður settur í fast starv fyri komandi fimm ella átta árini.

KVF fyri Klaksvík, og Klaksvík fyri KVF – minni kann ikki gera tað!

Og stundar tað ikki eisini til val, har ein ávísur flokkur er í vanda at fáa ein dyggan frammaná í stórhavsøkinum Klaksvík?

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo