Kvartettin í Betesda hevur sungið saman í meir enn hálva øld, og sunnudagin verður høvi at hoyra teir syngja í eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, har sangfundur verður klokkan 18:00.
Fyrsta framførslan hjá Kvartettini í Betesda var á eini nýggjársveitslu í 1968 í Betesda í Klaksvík, og meginpartin av tíðini siðan tá hava Gerhard Tróndheim, Steinbjørn O. Jacobsen, Oddmar Marsten og Sámal Johannesen mannað kvartettina saman við Árna Jacobsen sála, sum fór heim til HARRAN í 2017.
Sama kann sigast um Jógvan Mortensen, sum í mong ár hevur staðið á odda fyri tónleikinum hjá kvartettini. Umframt Jógvan verða Guttorm Matras, Erland Frederiksberg og Jákup Gunnarstein Hansen við í Skálavík sunnukvøldið.
Hóast hesir royndu sangararnir ikki eru heilt ungir longur, so venja teir framvegis regluliga og luttaka somuleiðis javnan á møtum. Nú hevur samkoman í Zion á Sandi boðið kvartettini suður at syngja í góðu hølunum hjá eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, og teir gleða seg.
Umframt sangin hjá kvartettini verður nógvur felagssangur og ein boðskapur frá John Færø á skránni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo