Kvalitativa lesivanakanningin, sum er gjørd millum næmingar í 6. flokki í fólkaskúlanum í tíðarskeiðið 2020-2022, varð fríggjadagin handað landsstýrismanninum. Fyriskipararnir, sum hava gjørt kvalitativu lesivanakanningina, eru, Lydia Didriksen, lærari og m.a. í føroyskum, Sissal M. Rasmussen, adjunktur á Føroyamálsdeildini, og Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Kvalitativa lesivanakanningin byggir á samrøður, sum eru gjørdar við næmingar í 6. flokki í 19 flokkum í tóv skúlum kring landið, og á kvantitativu lesivanakanning, sum Sissal M. Rasmussen, Marjun Ziskason, Lydia Didriksen og Turið Kjølbro gjørdu í 2017-2018. Í teirri kanningini svaraðu 1277 næmingar í 4., 6. og 9. flokki kring landið spurnablaði. Samanborið við líknandi nýggjar danskar kanningar hava lutfalsliga fleiri børn tikið lut í báðum lesivanakanningunum í Føroyum. Orsøkin til, at tað eru næmingar í 6. flokki, ið luttaka í kvalitativu lesivanakanningini, er, tí at kvantitativa kanningin vísti, at tað er tá, at hugurin at lesa minkar munandi, og at nýtslan av øðrum miðlum samstundis økist.
Yvirskipaða endamálið við kanningunum er at fáa í ljósmála, hvønn hugburð børn hava til bøkur og lesing yvirhøvur. Fokus er á lesingina heima, í skúlanum og á skúlabókasavninum og lesivanar sum heild. Í teirri fyrru kanningini varð spurt, hvussu ofta og hvussu nógv børn lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli og á hvørjum miðli tey lesa. Eisini verður spurt um miðlavanar, hvat tey gera í frítíðini, hvussu nógva tíð tey eru á talgildu miðlunum, hvussu nógvar bøkur tey eiga heima, hvussu ofta tey læna bøkur á bókasavni, hvør tað er, sum eggjar teimum at lesa, hvussu ofta tey brúka ensk orð í samskifti við onnur og mangt annað. Í kvalitativu kanningini verður farið afturum svarini í fyrru kanningini við útgreinandi spurningum um lesing sum heild, hvussu arbeitt verður við lesing í skúlanum, hvussu atkomiligar bøkurnar eru, lesivanar uttan fyri skúlan, lesihugburð og miðlavanar.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, heldur, at kvalitativa lesivanakanningin er sera viðkomandi. Ljós verður varpað á bæði lesivanar og førleika og ikki minst, hvat eigur at verða gjørt, og hvørji øki vit eiga at leggja áherðslu á fyri at menna bæði lesiáhuga, lesiførleika og atgongd til bøkur.
Lesing hevur ein týðandi leiklut bæði í arbeiðslívi, útbúgving og í frítíð og gevur tí einstaka, alt eftir áhuga, bæði vitan og upplivingar sum menniskja. Hjá teimuum, sum dáma væl at lesa, er lesing ein ótømandi kelda til upplýsing, upplivingar og innlit í lívsins mongu viðurskifti. Tí er tað sera umráðandi, at barnið mennir bæði lesiførleika og lesigleði, sum er lykilin til samskifti, útbúgving og arbeiði.
Á læraradøgunum í november verður nýggja kvalitativa lesivanakanningin løgd fram fyri øllum lærarunum í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo