Á skránni eru fyrilestrar og føroyskur dansur. Norski professarin Egil Bakka heldur tveir fyrilestrar. Hin fyrra nevnir hann: Færoysk dans i historisk perspektiv og hin seinna: Minder fra indsamling på Færøyene på 1970 åra.
Talan er um tveir áhugaverdar fyrilestrar. Fyrri fyrilesturin viðgerð føroyska dansin í søguligum høpi og kemur nærri inn á hendan dansin, sum var so kendur um alt Europa, og sum vit nú kalla føroyskan dans.
Í seinna fyrilestrinum greiðir Egil Bakka frá, tá hann saman við m.ø. Eyðun Andreassen ferðaðist runt oyggjarnar og savnaði kvæðatilfar. Bæði sum ljóð og film.
Til so stórt kvæðatiltak, har roknast kann við, at fitt av fólki kemur, verður sjálvandi eisini dansur á skránni.
Eftir fyrra fyrilesturin leggur Norðstreymoyar Dansifelag fyri við Grettis kvæði, søguni um Grettir Ásmundarson, ein av kendastu persónunum úr íslendsku miðaldarsøgunum. Ein søga, sum hevur verið væl kend her á landi og sum helst framvegis, er kend millum fólk.
Eftir seinna fyrilesturin verður tað Klaksvíkar Dansifelag, sum fer at kvøða vísuna um Ebbe Skammelsøn. Ein vísa, sum fyrr hevur verið nógv kvøðin, men sum ikki er so oftani at hoyra longur. Møguliga eitt sindur forkunnug fyri onkran.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Skráin sæst á heimasíðunum hjá Sláið Ring og Norðurlandahúsinum.
Tiltakið verður eisini stroymt. Sí leinkju: https://www.youtube.com/watch?v=DBzcf-3ZYuw
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo