Í.S.F.: Kurvabóltssamband Føroya er nú sersamband innan ÍSF. Tað varð einmælt samtykt á aðalfundinum hjá ÍSF leygarmorgunin.
Kurvabóltur hevur verið eitt av níggju menningarsambondum undir ÍSF, síðani Kurvabóltssambandið varð sett á stovn í 2017 - og tey eru nú fyrsta samband, sum skifta status frá menningarsambandi til sersamband.
Nevndin í Kurvabóltssambandinum metti, at tíðin nú var búgvin til at søkja um limaskap sum sersamband í ÍSF - og hesum tóku bæði starvsnevndin og ein samdur aðalfundur undir við.
At skifta frá Menningarsambandi til Sersamband hevur ymsar fyrimunir við sær - serliga fíggjarligar. Tey, sum stjórna kurvabóltinum í Føroyum, mettu, at kurvabólturin her heima hevði ment seg so nógv, sum til bar, innan karmarnar, sum Menningarsambondini hava. Tí var næsta natúrliga stigið, at gerast Sersamband. ÍSF ynskir Kurvabóltssambandi Føroya hjartaliga tillukku tilnevningini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo