Javnaðarflokkurin: Hóast lógin um orkusíkoytið á 10.000 til familjur við lágum inntøku er komin í gildi, so ber enn ikki til at søkja um serliga ískoytið. Tí setti Eyðgunn Samuelsen í dag landsstýriskvinnuni í almannamálum ein ófráboðaðan fyrispurning um málið.
Stutt fyri jól samtykti Løgtingið eitt serligt orkuískoyti til húski við lágari skattskyldugari inntøku.
Lógin um orkuískoyti er ein partur av skattalættanum hjá samgonguni til lág- og miðallønt og tryggjar, at familjur við lágari inntøku eisini fáa lut í lættanum. Orkuískoytið verður galdandi í trý ár, og í 2024 er upphæddin 10.000 kr.
Tað er Almannaverkið, sum umsitur skipanina við orkuískoyti, men fólk hava víst á, at tað framvegis ikki er møguligt at søkja, hóast lógin kom í gildi tann 1. februar.
- Eg haldi, at tað er alt ov lítið fokus á tey, ið bara hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av. Samgongan hevur gjørt nakrar batar, og orkuískoytið er ein liður í hesum. Tí setti eg landsstýriskvinnuni í almannamálum, Sirið Stenberg ein fyrispurning um málið, sigur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Í svarinum greiddi landsstýriskvinnan frá, at tað vóru viðurskifti í skipanini hjá Almannaverkinum, sum høvdu við sær, at tað enn ikki var møguligt at søkja um serliga orkuískoytið. Hetta verður loyst, og um tvær vikur fer at bera til at søkja serliga orkuískoytið til familjur við lágari inntøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo