Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Sjálvandi eiga lærarar at kunna geva næmingum eitt klemm, halda fleiri lærarar. Men nógvir menn siga, at teir sjáldan klemma næmingar. Tað kemur meiri enn so fyri, at næmingar klemma lærarar, men teir eru ikki heilt álvuligir við støðuna sjálvir at taka stig til klemm.

Nógvir lærarar klemma næmingar, tá ið teir hittast eftir summarfrítíðina ella fríggjadag, tá skúlavikan er liðug. Summir klemma ofta, tá ein næmingur tørvar troyst ella treingir til eitt uggandi klemm.

Men summir lærarar klemma aldri næmingarnar, og orsøkin er, at teir tora ikki. Teir óttast, at onkur leggur okkurt skeivt í klemmið. Aðrir lærarar klemma ikki, tí teir rætt og slætt ikki er slík, sum klemma ein og hvønn. Teir halda, at klemm og kroyst eru privat og hoyra ikki til í skúlanum.

Lærarar siga:

“Tey, sum vilja hava eitt klemm ella síggja út til at hava brúka fyri einum klemmi, fáa tað. Ivist eg, so spyrji eg tey - og eg havi ongantíð fingið eitt nei,” sigur Anja Birkedal Nyhave til spurningin.

Lotte Hansen heldur, at tað er ein “syrgiligur spurningur” at seta. Einasta orsøkin ikki at geva næmingunum sínum eitt klemm, tá tørvur er á tí, eru ljótir, ússaligir tankar. Tíverri skilji eg væl, at serliga mannfólk ikki “tora” at røra við næmingarnar, men sum tað er syrgiligt, at tað skal vera so.

Kelda: folkeskolen.dk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo