Nú ísraelski filmsleikstjórin, Guy Nattiv, hevur gjørt bretska filmin ”Golda” við Helen Mirren í høvuðsleiklutinum, er kjak, um fólk, ið ikki eru jødar, kunnu spæla jødar.
Nýggi filmurin um ísraelsku Iron Lady, Goldu Meir, fer fram undir Yom Kippur krígnum.
Tað er bretski-jødiski sjónleikarin, Maureen Lipman, ið harðliga finst at bretsku Mirren fyri at spæla jødiski ríkisleiðarin á filmi.
Kjakið tók seg upp í The Jewish Cronicle og hevur spjatt seg út í allan heim.
Við danska Berlingaran sigur Michael Rachlin vegna Mosaisk Trossamfund, at har er tað beint øvut.
Fólk hava altíð elskað at sæð Ghitu Nørby sum Sarah Levin í leikinum hjá Henri Nathansen ”Indenfor murene” frá 1912.
- Der er ikke mange herhjemme, der deler de amerikanske og britiske synspunkter. Den identitetspolitiske tilgang er anderledes. I den henseende foretrækker danske jøder at være inkluderende over for ikkejødiske skuespillere, sigur Michael Rachlin við Berlingaran.
Bæði Nattiv og Mirren hava vunnið Oscarvirðislønir. Hann fyri stuttfilmin ”Skin” í 2019 og hon fyri høvuðsleiklutin í ”The Queen” í 2007.
Enn er eingin dagur settur, tá filmurin ”Golda” verður frumsýndur.
Síðst í hesum mánaðinum er altjóða Holocaustdagur og nógvir miðlar geva tí hesum evni serliga rúmd.
Í Føroyum hevur eitt væleydnað skúlaátak verið júst henda dagin, 27. januar. Í ár verður serliga nógv gjørt burturúr fólkamorðinum í Armenia í 1915 og fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo