Glasir: Tey, sum nú skulu velja útbúgving eftir fólkaskúlan, fáa mánadagin 19. februar møguleika at kunna seg um útbúgvingarmøguleikarnar á Glasi.
Tá verður opið hús á skúlanum frá kl. 19 til 21. Kunnað verður um breytir og leiðir á miðnámi og yrkisnámi. Eisini verður møguleiki at hoyra um Musikkskúlamiðnám og Tilfeingisbreytina í Vestmanna.
Lærarar, næmingar og lærlingar greiða frá skúlagongdini á Glasi, og Næmingatænastan verður til staðar at svara spurningum.
Eisini verður møguleiki at vitja runt á skúlanum, t.d. á framkomnu verkstøðunum hjá Glasi.
Skráin fyri kvøldið er henda:
-
Una Joensen, rektari, bjóðar vælkomin.
-
Ísak Sambleben, lestrarvegleiðari, greiðir frá útbúgvingum á Glasi.
-
Tónleikaframførsla verður, og eisini fer Edith Dahl Jacobsen at greiða frá Musikkskúlamiðnámi.
-
Magnus Gaard greiðir frá miðnámsútbúgvingum í Vestmanna.
-
Síðani verður farið út í stovur á skúlanum, har ymisku breytirnar greiða frá teirra leiðum.
-
Møguleiki er at vitja verkstøð, royndarstovur og tosa við Lestrarvegleiðingina.
Vælkomin til opið hús.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo