Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Uttanríkis- og vinnumálaráðið: Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur seinasta árið viðgjørt fleiri fyrispurningar viðvíkjandi sýn og krøvum til útróðrarbátar.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið ynskir, at ivamálini verða nærri lýst og umrødd saman við viðkomandi pørtum og bjóðar tí til almennan fund um sýn og krøv til útróðrarbátar serliga ætlaður vinnuligum útróðrarbátum í bólki 5A og 5B.

Fundurin verður í Bakkastovu, Bryggjubakki 14tann 22. august 2024 klokkan 10-12.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum bjóðar vælkomin. 

Fyrra helvt av fundinum snýr seg um Fráboðan F og krøv til konstruktiónina á útróðrarbátum. Sjóvinnustýrið leggur fram og høvi verður at seta spurningar og at umrøða krøvini. 

Seinna helvt av fundinum snýr seg um, hvussu Sjóvinnustýrið fremur sýn sambært Fráboðan F. Høvi verður at seta spurningar og kjak.

Vónandi verður væl møtt til fundin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo