Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar í dag mánadagin 17. juni kl. 14 fyri kunningarfundi fyri limum felagsins um innihaldið í semjuni, sum sunnukvøldið varð undirskrivað við arbeiðarafeløgini.

Í dag, mánadagin 17. Juni, verður kunningarfundur fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelagi (íroknað limafeløgum) um semjuna, sum sunnukvøldið varð undirskrivað við arbeiðarafeløgini.

Kunningarfundurin verður hildin í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7.

Møguleiki verður eisini hjá limunum at fylgja við stroyming frá fundinum. Limir, sum ynskja at stroyma fundin, kunnu siga frá við telduposti til industry(at)industry.fo, so fáa teir eitt leinki sendandi.

Á kunningarfundinum verður fyrst ein framløga um semjuna, og síðani verður møguleiki at seta spurningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo