Tórshavnar kommuna: Frá jólaaftan til nýggjársdag verður húsarhaldsrusk heintað vanligu støðini fríggjadagin 27. december og mánadagin 30. december. Um ruskið rúgvar ov nógv upp við hús, er møguleiki at fara á Endurnýtsluna við tí, ella seta ein eyka posa út til ruskinnsavnanina at taka.
Endurnýtslan er opin vanligu upplatingartíðirnar mánadagin 23. december, fríggjadagin 27. december, leygardagin 28. desember og mánadagin 30. december. Sama er galdandi fyri jarnplássið og tyrving.
Vakttelefonin 30 21 00 í sambandi við rottangatøming er opin allar dagar frá klokkan 8 til 24.
Fyrisitingin á Brennistøðini er í frí frá 20. december til 2. januar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo