FSF: U21 landsliðið fer á vøllin til seinasta dystin í hesari undankappingini, tá Serbia vitjar á Djúpumýru kl. 16.15 í dag. Atgongumerkjasølan gongur fyri seg á nethandlinum her inntil kl. 14.00, og eftir hetta ber til at keypa við dyrnar, sum lata upp kl. 15.15.
Atgongumerkini kosta 95 kr fyri vaksin (14 ár og eldri) og eru ókeypis fyri børn – hesi skulu tó “keypa” í atgongumerkjasøluni fyri at fáa atgongumerki til dystin. Atgongumerki til rørslutarnaði fáast við at ringja á tlf 291972.
Parkering er ikki loyvd á økjunum aftanfyri áskoðaraskýlini, hvørki norðanfyri (móti Gerðagøtu) ella sunnanfyri (sí kortið niðanfyri). Víst verður ístaðin til parkeringsøkið við Badmintonhøllina.
Klaksvíkar kommuna og KÍ skipa fyri fjepparatiltaki aftanfyri norðara skýlið frá kl. 15.00, har eitt nú andlitsmáling og grillpylsur vera á skránni. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo