Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sundhedsstyrelsen metir at smittan fer at økjast, nú vit fara at nærkast heystartíð, og fyrireikar hon Covid-19 ”koppseting” til eldri enn 65 ár, og krímkoppseting fyri børn í 2 til 6 ára aldri. Átakið er sett at byrja 1. oktobur í Danmark.

https://www.facebook.com/sundhedsstyrelsenDK/videos/576311381329044

Hvørt vit í Føroyum fara at luttaka í átakinum, skipað verður fyri í Danmark til heystar, verður ivaleyst kunnað um av teimum við ábyrgd herheima.

Tað sum ivaleyst herheima hevur eins stóran týdning fyri tey ”koppsettu”, eins og tey ókoppsettu, sum ikki eru fevnd av tilboðnum, er kunningin um hvussu áður nýtta ”koppingarevni”, og ”koppseting”, yvirskipað hevur roynst.

Almenna fráboðanin frá Heilsuverkinum hevur verið sera avmarkað, alt farsóttartíðarskeiðið. Kunningin hevur verið yvirskipað, ikki grundfest vísindaliga, umframt undrunarvert tvískild, so sum: *Covid-19 ”koppingarevnið” hevur roynst okkum væl!, *eingi hjáárin av týdningi eru fráboðaði, og at *”koppingarevnið” verjur væl ímóti álvarsamari sjúku!

Hvat veruliga liggur aftanfyri hesar útsøgnir, ynskja alt fleiri neyvari kunning um, og stilla spurningin, *hví vit skulu halda áfram við Covid-19 ”koppsetingum”?, *eru ikki álvarsom vandamál knýtt at Covid-19”koppseting”?, *hvat veit Heilsuverkið um mongu alheims fráboðanirnar um álvarsom hjáárin?, *hvat vita vit í dag um Pfizer batchini, sum nýtt eru í Føroyum?, *hvat vita vit um SARS virus familjuna, og veruliga vandan við Corona virus?, og *hevur onnur loysn verið tøk, alt farsóttartíðarskeiðið, sum er roynd, og við vissu uttan hjáárin?

Hví hesir alt meira átrokandi spurningar ongantíð eru reistir alment, eitt nú av okkara almenna KVF, og politisku skipan,  finst ivaleyst ein skilagóð grundgeving fyri. Hvør hon enn er, so er ikki óhugsandi, at hon ger okkum ikki gott at hoyra, hyggja vit eftir frágreiðingini, sum nýliga er komin frá teimum trimum donsku granskarunum, Max Schmeling, Vibeke Manniche og Peter Riis Hansen!?

Donsk vísindalig kanning av Pfizer batchunum nýtt í Føroyum
Donsku granskararnir hava greinað Pfizer batch'ini, komin eru til Danmarkar, og tískil eisini nýtt í Føroyum, við atliti til hjáárin.

Frágreiðingin er almannakunngjørd sum Peer Reviewed í ”European Journal of Clinical Investigation”, undir heitinum: ”Batch-dependent safety of the BNT162b2 mRNA COVID-19 vaccine”.

Batch'ini, nýtt eru, eru bólkaði í litin Blátt, Grønt og Gult, sum yvirskipað lýsir hvussu álvarsom hjáárinini eru. Blái liturin lýsir tey við mest álvarsomu hjáárinunum, og Guli lyturin, við nærum ongum hjáárini. Tó ger Vibeke vart við, í samrøðu við Dr. John Campbell, at øll hjáárin ikki eru skrásett fyri Gulu batch'ini, sum eru tey nýggjastu, sum tískil mest sannlíkt vil broyta verandi skráseting, sum í løtuni, mest av øllum, minnir um eina placebo roynd. Verður hugt eftir VAERS tølunum í USA, kundi bent á, at Gula linjan fer at minna um Grønu linjuna.

##med2##

Neyvari greining av granskingarskrivinum ”Batch-dependent safety of the BNT162b2 mRNA COVID-19 vaccine”, er at finna á leinkjuni: ”Ynskir Heilsuverkið at ganga plankan út?  https://hippocrates.fo/pfizer-batch

Viðgerð av spurningunum stillaðir omanfyri, eru partvíst at finna á heimasíðuni https://hippocrates.fo/, framt av fremstu serfrøðini, tó tað er ynskiligt at Heilsuverkið kemur við sínari neyvu greining, so sum lovað, heilt við byrjan av farsóttarátakinum!

hippocrates.fo
v/Mourits M. Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo