Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fólk frá VIA University College í Viborg eru í løtuni í Føroyum og kunna um útbúgvingina sum meritnámsfrøðingur. Í gjár var kunningarfundur á Finsen.

21 starvsfólk í Tórshavnar kommunu taka í løtuni útbúgvingina. Útbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár. Talan er um útbúgving, har tú arbeiðir við síðuna av.

“Tað er umráðandi, at hjálparfólk kunnu útbúgvað seg til námsfrøðing, so tey fáa fakligu barlastina,” sigur Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommuni.

Undir útbúgvingini eru tey lesandi í Viborg tríggjar til fýra dagar tvær ferðir hvørja lestrarhálvu. Annars er frálæran á netinum einaferð um vikuna. Harumframt er bólkaarbeiði og sjálvlestur.

Aðrar kommunur vísa eisini áhuga fyri útbúgvingini, og tí vóru umboð fyri fleiri kommunur á kunningarfundinum í Finsen.

Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, fegnast um, at fleiri kommunur ætla at gera tað sama, sum Tórshavnar kommuna, fyri at tryggja fakliga støði á dagstovnum.

“Ein nýggjur flokkur við lesandi hjálparfólkum hjá Tórshavnar kommunu byrjar í februar 2024. Tá hava aðrar kommunur møguleika fyri at fáa starvsfólk hjá sær við í tann flokkin,” sigur Annfinn Brekkstein. Kommunurnar rinda sjálvar fyri síni starvsfólk.

Tey, ið vilja vita meira um útbúgvingina kunnu seta seg í samband við deildina Børn og Ung hjá Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo