Í morgin verður framvegis høgætt og kalt, niður í minus fýra stig. Men tað verður at kalla onki avfall og sólglottar seinnapartin.
Týsdagin upp í hvassan vind ímillum norðan og útnyrðing, hitin um frostmarkið og tað koma fleiri kavaæl ígjøgnum dagin. Eisini onkrir sólglottar, serlig seinnapart.
Mikudagin verður minni vindur, sama ætt, okkurt kavaæli fyrrapartin, hitin um minus tvey stig.
Hósdagin fyrst bert eitt gul ímillum norðan og eystan, sól ein stóran part av degnum og nú krýpur hitin spakulig upp um frostmarkið, eini tvey stig.
Fríggjadagin brennur hann á aftur við nógvum vindi, upp í skrið av landnyrðingi, okkurt æli sum nú kann vera vátaslettingur, hitin upp í fýra stig.
Næsta vikuskiftið kunnu vit rokna við hampuligum veðri, mest eysturætt, hitin um 3-4 stig og at kalla onki avfall.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo