Í morgin verður hann landnyrðingur í ættini, strúkur í vindi uppí hvassan vind, mest turt og eisini løtur við sól seinnapartin, hitin um 4 stig.
Týsdagin fer at kava eitt sindur, hann verður eysturhallur norðan, lot til frískan vind og hitin úr frostmarkinum uppí trý stig.
Mikudagin norðan, lot til frískan vind, okkurt kavaæl seint á degnum og hitin um frostmarkið.
Hósdagin stilli at byrja við, um kvøldi frískar hann vindin og tá fer at kava, sum frálíður verður ættin eystan, hitin um ella beint undir frostmarkinum.
Fríggjadagin strúkur í vindi høgt, kavaæl gjøgnum allan dagin, hitin ímillum minus eitt og minus trý stig.
Næsta vikuskifti verður veðri fyrst stilli og sera kalt, niður í minus fýra stig, seinni tó lýggjari, uppí fimm stig, men tá verður eisini nógvur vindur, uppí skrið ella storm av landsynningi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo