Náttúruvísindalesandi í Keypmannahavn og Verkfrøðilesandi á Slættanum: Týsdagin tann 23. juli verður skipað fyri einari kulari og nørdutari summarútferð!
Tað eru lestrarfeløgini í Keypmannahavn fyri ávikavist náttúruvísinda- og verkfrøðingslesandi ið skipa fyri, í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetrið og Føroya Banka.
Dagurin er býttur í tríggjar partar;
Føroya Banki og fakfeløg
Gransking
KT-stevna
Dagurin byrjar í Føroya Banka, klokkan 08.30 har ið morgunábit verður at fáa.
Her fara vit at hoyra hvussu tað er at arbeiða í Føroya Banka, og hvat tey sum fyritøka hava í hyggju.
Eftir hetta fáa vit vitjan at trimum viðkomandi fakfeløgum; Akademikarafelagið, Yrkisfelagið Miðnám, Verkfrøðingafelagið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Hesi fara at greiða frá um sáttmála- og arbeiðsviðurskiftum í Føroyum.
Síðan gongur leiðin oman á Baccalao, har ið Náttúruvísindadeildin á Setrinum heldur til. Her bjóða lestrarfeløgini døgurða og okkurt gott at drekka afturvið.
Eftir døgurðan byrjar granskingar-parturin. Her koma Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Firum og Jarðfeingi at greiða frá teirra gransking og virksemi.
Jarðfeingi fer at hava upplegg um mineralir á havbotninum; um møguleikar, vansar og trupulleikar í hesum sambandi.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer at tosa um stovnin og arbeiði á stovninum og kanska serliga um eftirlitsarbeiði á matvørudeildini, Veterinerdeildini , umframt arbeiði á kanningarstovuni og um gransking í hesum sambandi.
Firum fer at greiða frá teirra granskingar virksemi, møguleikum at gera masteruppgávu saman við granskarunum á Firum og starvs møguleikum á stovninum.
Dagurin endar við einari áhugaverdari KT-stevnu. Her fara fyritøkurnar Farpay, KT-Húsid, Nema, Intra, Flowcore, Føroya Tele og Klintra at halda eitt pitch, ið stutt greiður frá teirra virksemi. Umframt fyritøkur kemur Barbara Scalvini, ið hevur verið við til at ment føroysku tænastuna á Google Translate, at halda eitt stutt upplegg.
Eftir allar framløgurnar, verður høvi at hitta umboðini frá fyritøkunum til eitt prát afturvið einum kaffimunni og kaku.
Øll lesandi og áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Sí meira á tiltakinum á Facebook:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo