Virði á KT vinnuni skal meir enn tvífaldast komandi átta árini. Tað er høvuðsniðurstøðan hjá Vakstrarforum, sum í dag legði fram frágreiðing um vøkstur innan KT vinnuna.
Frágreiðingin byggir á kanningar og tilmæli, sum ein KT serfrøðingabólkur hevur arbeitt við seinasta hálva árið.
Í 2022 væntast virði á KT vinnuni at verða 400 mió. kr., men í 2030 skal hetta virði vera komið upp á 1 mia. kr. Hetta merkir, at KT vinnan skal vaksa úr 2,5% upp í 6% av BTÚ. Eisini skal útflutningurin av KT tænastum vaksa úr 100 mió. upp í 600 mió. kr. innan sama áramál.
Fyrimunurin við KT vinnu er, at landafrøði ikki hevur nakran týdningarmiklan leiklut, eins og hon kann hava í øðrum vinnum. Fortreytirnar í dag eru dugnalig fólk og eitt gott netsamband innanlands og til útheimin.
- KT hevur einki miðstaðarøki. Tí kunnu vit í Føroyum vera líka væl við, sum øll onnur, og øll í Føroyum kunnu vera við, sama, hvar í landinum tey eru. KT verður eisini avgerandi um vit skulu hava burðardygga vælferð, og tí skal hetta raðfestast sum eitt vakstrarøki, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Frágreiðingin hjá Vakstrarforum inniheldur 26 tilmæli til politisku skipanina, sum øll stuðla upp undir ætlaða vøksturin. Tilmælini eru býtt í fýra høvuðspartar: grønan vøkstur, heilsu- og borgaratænastur, útbúgving og yvirskipaðar karmar.
Leif Abrahamsen er formaður í KT serfrøðingabólkinum. Hann sigur, at tað hevur stóran týdning, at ein fjølbroytt røð av átøkum verða framd, um málið skal røkkast. Men um dentur skal leggjast á eitt ávíst øki, so er tað KT útbúgving, tí her eru vit aftarlaga samanborið við onnur lond, sigur hann.
KT serfrøðingabólkurin hevur verið mannað av: Leif Abrahamsen, Jan Ziskasen, Ulla Joensen, Annika Mittún, Jákup Lamhauge og Oyvindur av Skarði (skrivari).
Les frágreiðingina her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo