Fróðskaparsetrið: Stórur áhugi er fyri KT-verkfrøði, og í ár vóru 51 umsóknir til útbúgvingina. Tá avtornaði fingu 45 bjóðað lestrarpláss á 3-ára longu BSc.-útbúgvingini KT-verkfrøði, harav 38 tóku av tilboðnum.
Soleiðis gjørdist KT-verkfrøði tað størsta holdið á Fróðskaparsetur Føroya, sum byrjaði í 2018. Síðani komu tvey avboð, soleiðis, at tey nú eru 36 skrásett lesandi.
KT-verkfrøði útbúgvingin verður einamest rikin av trimum starvsfólkum á Náttúruvísindadeildini í samstarvi við leysalærarar úr KT-vinnuni og við fjarlestri (25%) frá Mittuniversitetinum í Svøríki, smb. samstarvsavtalu frá 2010, skrivar Fróðskaparsetrið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo